Innanlands

Liljan Weihe: Var ikki eg sum lak telefonnotatið

Rúni Heinesen stýrisformaður gav innlit í telefonnotatið, har Johnny í Grótinum verður viðgjørdur sum ógegnigur í fjør

2018-10-04 07:00 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í tí ógvuliga drúgva og nágreiniliga hoyringssvarinum, sum Liljan Weihe sendi Kringvarpinum 28. septembur, er serliga ein nýggjur pástandur, sum stríðir ímóti ymiskum pástandum í kærumálinum. 

Ítøkiliga snýr tað seg um eitt telefonnotat frá eini samrøðu, sum tíðindaleiðarin hevði við Rúna Heinesen, formann í Kringvarpsstýrinum. Í samrøðuni sigur Liljan við stýrisformannin, at hon ber ótta fyri óhefta tíðindaflutninginum á KVF, tí Johnny í Grótinum hevur ein so aktivan leiklut í EIK málinum. Liljan vil vera við, at Johnny er ógegnigur í málinum, tí hann er besti vinmaðurin hjá Regini Hammer, sum hevur havt ein aktivan leiklut í málinum. Hon sigur eisini, at kringvarpsstjórin ikki hevur nakrar journalistiskar útbúgvingar ella royndir, og at hann tí ikki hevur førleika at viðgera málið. 

Partar av notatinum verða endurgivnir orðarætt av Barbaru Holm í lesarabrævi 28. novembur í fjør, eins og mett verður at hon hevur innlit í notatið 23. novembur, tá greinarøð um "orrustuna" í Kringvarpinum verður prentað í Sosialinum.

Les eisiniAftursvar til Rúna Heinesen: Innihaldið í skjølunum er ov álvarsligt 

Mentamálaráðið kemur til ta niðurstøðu, at ongin ivi er um, at Barbara Holm hevur atgongd til notatið, og at tað allarhelst er Liljan Weihe, ið hevur likið notatið. Ein av orsøkunum til ta niðurstøðu er, at Liljan ikki vil siga, hvørjum hon hevur víst notatið, hóast hon viðgongur at fólk innan- og uttanfyri stovnin hava sæð tað. Ein av orsøkunum hjá Kringvarpinum at uppsiga Liljuna er, at hon møguliga hevur brotið tagnaðarskylduna. 

Rúni Heinesen gav innlit í notatið 
Í nýggjasta hoyringssvarinum hjá Liljuni Weihe eru tó nýggjar upplýsingar. Hon hevur tvíhildið um, at tað ikki var hon, sum lak notatið. Og nú hevur hon fingið alment innlit, sum vísir, at Rúni Heinesen gav innlit í notatið 24. novembur, dagin eftir greinarøðina um málið hjá Sosialinum 23. novembur, men 4 dagar áðrenn lesarabrævið hjá Barbaru Holm er í miðlunum. Liljan vil vera við, at tað varð tosað um notatið á leiðslufundi í Kringvarpinum í oktobur, og at notatið aldrin varð dult fyri fólki á stovninum. Hon sigur seg eisini hava vitað, at journalistar hava fingið innlit í málið 24. novembur, tí hevur hon fleiri ferðir søkt um innlit í, hvør hevur fingið innlit í notatið. Hóast fleiri umsóknir, fekk hon ikki váttað, at Rúni Heinesen gav innlit í notatið 24. novembur fyrr enn 18. septembur í ár. 

”Góða Liljan
Eg sendi fyrispurningin hjá tær víðari til Rúna Heinesen, og hann hevur sent mær innlitið, sum varð

givið til Beintu Løwe, sí viðhefta teldupost.

Hvørki stjóri ella stýrisformaður hava sent mær hatta innlitið at journalisera, og tí var tað ikki við, tá tú fekk innlit frá mær í desember 2017. Eg kann bara biða teg orsaka okkum hetta mistakið." 

Vert er at leggja til merkis, at Rùni Heinesen sjálvur staðfestir fyri Mentamálaráðnum í fyrsta kærumálinum, at hann ikki gav innlit í notatið áðrenn 23. novembur, tá greinarrøðin hjá Sosialinum varð prentað. Men onki stendur um, at hann ikki hevur latið innlit í notatið 24. novembur. Tað er ikki fyrr enn 28. novembur, at Mentamálaráðið sigur, at Barbara Holm siterar orðarætt úr notatinum. 

- 25-30 fólk í Kringvarpinum kendu til innihaldið í telefonnotatinum longu 24. oktober 2017. Johnny í Grótinum hevði enntá sjálvur í stóran mun greitt teimum frá tí á leiðslufundi og deildarfundi hjá tíðindadeildini. Tá Sosialurin tekur gegnistrupulleikan og óhepnu uppíblandingina upp ein mánaða seinni, so gevur Rúni Heinesen, stýrisformaðurin, journalistum innlit í sjálvt telefonnotatið 24. november 2017. Harumframt gav Rúni Heinesen restini av stýrinum og Johnny í Grótinum innlit í telefonnotatið, tá greinarnar komu út hósdagin 23. november 2017, skrivar Liljan Weihe millum annað í hoyringssvarinum. Niðurstøðan hjá henni er tí, at hon ikki kann lastast fyri at notatið verður alment. 

Tosaði bara við mannin um málið 
Grundin til, at Mentamálaráðið metir tað mest sannlíkt, at Liljan hevur likið notatið er, at hon viðgongur, at hon hevur tosað við fólk uttanfyri stovnin um málið, men hon vil ikki siga hvør tað er. Hon grundgevur við, at hon ikki vil elva til, at onnur verða løgd undir illgruna fyri at leka málið. 

Nú sigur Liljan tó, at tann einasti hon tosaði um notatið við uttanfyri stovnin er maður hennara. 

- Eg tosaði við hann um støðuna, sum var íkomin fyrsta dagin eg var aftur til arbeiðis eftir at hava verið sjúkrameldað í tríggjar vikur. Eg tosaði við hann um mín arbeiðsdag og mína stúran, sigur Liljan Weihe í hoyringssvarinum. Hon afturvísir, at hon hevur tosað við nakran annan uttanfyri Kringvarpið um málið og sigur, at hon ikki hevði dult hesa samrøðuna, um hon visti at tað fór at leiða til tann rumbul, sum tað hevur gjørt. Men hon undirstrikar at tað vóru nógv, sum vistu um notatið. 

Les eisini: Vilja ikki hava Mentamálaráðið at viðgera kæruna   

Les eisini: Málið um tíðindaleiðaran: Hetta hevur málið kostað

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder