placeholder
Innanlands

Lillian Jacobsen nýggur tekniskur leiðari í Fuglafjarðar kommunu

Hon er 42 ára gomul, útbúgvin byggifrøðingur og leggur í løtuni seinastu hond á leiðsluútbúgving. Lillian Jacobsen kemur úr starvið sum tekniskur leiðari fyri Sunda kommunu.

Lillian Jacobsen hevur ymiskar leiðsluroyndir og tekur eisini í løtuni leiðsluútbúgving (Mynd: fuglafjordur.fo)

Lillian Jacobsen hevur ymiskar leiðsluroyndir og tekur eisini í løtuni leiðsluútbúgving (Mynd: fuglafjordur.fo)

2023-02-01 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fuglafjarðar kommuna hevur tikið avgerð um at seta Lillian Jacobsen í starvið sum tekniskur leiðari.

Hetta skrivar fuglafjordur.fo í dag, og heimasíðan hjá kommunu skrivar soleiðis um nýggja starvsfólkið:

- Lillian Jacobsen er 42 ára gomul, útbúgvin byggifrøðingur og leggur í løtuni seinastu hond á leiðsluútbúgving. Út yvir leiðsluroyndir frá privatu vinnuni, so hevur hon síðani 2019 verður tekniskur leiðari fyri Sunda kommunu.

Harvið er talan um persón við royndum á júst hesum økinum. Ábyrgdarøkið hjá henni verður millum annað daglig leiðsla av tekniska økinum, fíggjarliga ábyrgd av tekniska økinum, projekteringsarbeiði og eftirlit, býar- og byggiplanlegging, Málsviðgerð og fyrireiking av tekniskum, umhvørvis og vinnumálum til politiska støðutakan og stýring av kommunalum byggi- og viðlíkahaldsarbeiði.

Starvið varð lýst leyst beint fyri jól.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder