2019-02-26 18:31
Býráðið í Sunda kommunu samtykti í gjár einmælt at fylgja tilmælinum frá setanarbólkinum og seta Lilliuna Jacobsen í starv sum tekniskur leiðari í kommununi.
Lillian er útbúgvin byggifrøðingur frá Byggeteknisk Højskole í Aalborg. Hon hevur drúgvar royndir innan tekniska- og tænastuøkið í Danmark og Føroyum. Lillian kemur úr leiðandi starvi hjá Aluplast, har hon eitt skifti var fyribils stjóri.
Lillian Jacobsen, ið er 37 ár og búsitandi á Kambsdali, byrjar í starvinum 1. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald