Innanlands

Lions Club: Barnalist og jólatombola í Posthúskjallaranum í morgin

Jólini byrja í Posthúskjallaranum tá Lions Club Liljan bjóðar til hugnaløtu, har innkomni peningurin fer óskerdur til børn og ung í Føroyum.

(Mynd: Lions Club Liljan)

(Mynd: Lions Club Liljan)

2019-11-29 15:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 30 november skipar Lions Club Liljan fyri Barnalist og jólatombola í Posthúskjallaranum í Tórshavn.

Tiltakið er kl.14.30-17.00 og øll eru vælkomin.

Ttað er altíð ein stuttlig løta at síggja framsýningina Barnalist, ið er ein framsýning, har børn úr ymiskum barnagørðum sýna fram málningar og annað sum tey hava evnað til jólatiltakið. 

Kaffi og vaflur verða til keyps, umframt tombola við nógvum góðum vinningum.


Luttakandi dagstovnar:
Dagstovnurin við Løgmannabreyt, Býlingshúsið undir Fjalli, Dagstovnurin á Hamrinum, Dr. Ingridar barnagarður, Dagstovnurin í Øksnagerði, Dagstovnurin Flatnagarður, Býlingshúsið Inni á Gøtu, Dagstovnurin við Velbastaðvegnum, Dagstovnurin Lítliskógur.

 

Lions Club Liljan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder