Hóast bæði Føroyar og Grønland teljast millum mongu tjóðirnar, sum í altjóða høpi eru við í Lions Club International, er talan um so mikið smá landafrøðilig øki, at Føroyar og Grønland eru partur av distriktinum 106A, ið eisini fevnir um ein part av Danmark.
Um vikuskiftið verður distriktsfundur, sum er árligi aðalfundurin fyri alt hetta økið, og hann verður hildin í Føroyum. Lions Club Tórshavn er vertur fyri fundin, ið verður hildin á Glasi leygardagin, og í tí sambandi koma ikki færri enn 122 gestir úr Danmark hendavegin.
Gestirnir vitja í fimm dagar, so umframt sjálvan distriksfundin, fáa teir sæð land okkara og vitja ymsastaðni. Sunnudagin kunnu gestirnir brúka, sum teimum lystir, men annars eru tilboð um serligar útferðir bæði mánadagin og týsdagin, og leygarkvøldið verður stór veitsla.
Vitja í fimm dagar
Sum sagt, koma gestirnir til landið í morgin, og í annaðkvøld verðir ein móttøka í Müllers Pakkhúsi í Havn, har Annika Olsen, borgarstjóri, tekur ímóti.
Leygardagin er so sjálvur aðalfundardagurin, og tá verður fyrst greitt frá um Glasir, har Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri, greiðir frá og gestarøðari verður Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum.
Sjálvur distriktsfundurin verður leygardagin millum klokkan 11 og 15, og um kvøldið verður so veitsla í Dansifrøi. Gestirnir fara avstað aftur seinnapartin týsdagin.
Distriktsfundurin 2019 er eitt tað størsta einstaka tiltakið, Lions Club í Føroyum hevur verið vertur fyri. Tað størsta higartil var í 2005, tá ið norðurlendski samstarvsfundurin hjá Lions Club var her, og ta ferðina vóru gestirnir 300 í tali.
Petur Elias Petersen, forseti í Lions Club Tórshavn, fegnast um hetta sum eitt høvi at sýna Føroyar fram fyri gestunum – bæði sum fundar- og ráðstevnuland, men ikki minst sum eitt gott land at vitja.
- Lions Club
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald