Innanlands

Lisbeth L. Petersen farin

Fyrrverandi borgarstjórin í Havn og forkvinna í Sambandsflokkinum gjørdist 85 ár

2024-08-07 22:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag bórust boðini um, at fyrrverandi politikarin, Lisbeth L. Petersen, umsíðir hevur fingið frið frá meinsku alzheimer-sjúkuni. Hon gjørdist 85 ára gomul.

Lisbeth Lindenskov Petersen, f. Samuelsen, var fødd 28. februar 1939 í Havn, elsta dóttir Georg L. Samuelsen, blaðstjóra á Dimmalætting, og Rachel, fødd Fonsdal úr Vestmanna. Fyrstu árini var Lisbeth einabarn, men átta ára gomul gjørdist hon stórasystir til Beate, journalist og fyrrv. blaðstjóra, ið eisini fekk eitt skeið sum kommunalpolitikari, og nú er virkin sum forkvinna í Landsfelag Pensjónistanna.

Lisbeth giftist í 1960 við Jákupi Petersen (1927-2001), maskinstjóra, av Signabø og saman fingu tey børnini Elsu (f. 1961) og Georg (f. 1967).

Lisbeth tók studentsprógv og byrjaði upp á handilsútbúgving í Danmark, men valdi at flyta heim at giftast við Jákupi, sum sigldi í danska handilsflotanum. Hon hevði ymisk skrivstovustørv áðrenn hon á rættiliga tilkomin valdi at satsa upp á politikk.

Í 1984 varð hon vald í Tórshavnar býráð, sum fyrsta kvinnuliga umboð fyri Sambandsflokkin. Hon sat í býráðnum fram til 2000. Árini 1992 til 1996 var hon fyrsti kvinnuligi borgarstjóri í høvuðsstaðarkommuni, og stýrdi kommuni gjøgnum vandasjógvar í ringastu krepputíðin, sum býurin og landið hava upplivað í nýggjari tíð.

Lisbeth varð fyrstu ferð vald inn í Føroya Løgting í 1990 og sat á tingi fram til 2008, tá hon ikki stillaði uppaftur. Í 2001 gjørdist hon forkvinna fyri Sambandsflokkin, hetta sama árið varð hon eisini vald á fókating, sum fyrsta føroyska kvinnuliga umboð.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdist tað greitt, at Lisbeth var farin at gloyma, og tá hon í 2020 ikki longur megnaði at vera verðandi í hugnaliga heimi hennara í Handaratúni, flutti hon fyrst á Tjarnargarð og síðani Boðanesheimi – og tá varð eisini staðfest, at hon var rakt av lagnutungu sjúkuni alzheimer.

Ein hjartagóð kvinna, dugnaligur politiskur slóðari og fyrimynd fyri nógvar aðrar kvinnur bæði í og uttan fyri politikk hevur lagt frá sær.

Æra verið minnið um Lisbeth L. Petersen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder