Hósdagin 16. desember letur nýtt gallarí upp í Havn. Fyrsta framsýningin er við so navnframum listafólki, sum Arnoldi Vegghamar, Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Kára Svensson.
Gallarí Havnará eitur nýggja framsýningarhølið, ið heldur til á niðastu hædd í søguligu húsunum har Tórs Cafeteria húsaðist.
Millum plantasjuna og Sjónleikarhúsið og mitt í áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlig perla í Havn. Komandi tíðina fara skiftandi framsýningar at prýða veggirnar á gallarínum.
Tað eru hjúnini Bogi og Jóhanna Andreasen, ið eiga og reka gallaríið. Fyrsta framsýningin letur upp hósdagin kl. 16. Fram til 22. desember eru opið hvønn dag frá kl 15 til 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald