Mentan

Listafagnaður: Næmingar sýna fram seinnapartin

Klokkan 13 hava næmingar á Føroya Fólkaháskúla fernisering á Námi - klokkan 15 eru tað næmingar á Listabreytini hjá Nám X, ið hava fernisering í Williamsstovu

Næmingar arbeiða við tí, ið skal sýnast fram í dag (Mynd: NÁM)

Næmingar arbeiða við tí, ið skal sýnast fram í dag (Mynd: NÁM)

2022-03-16 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í  dag er mikudagur í viku 11 og tað merkir at tað er Listafagnaður hjá ListaMelduri. 

- Mikudagin 16. mars fara fleiri túsund børn og ung í Føroyum, Finnlandi, Svøríki, Íslandi, Danmark og Noregi at arbeiða við listaligum virksemi og gera tað sjónligt í almenna rúminum. Millum annað fara fleiri skúlar at bjóða foreldrum inn at síggja skapandi arbeiði, sum tey gera

Hetta skrivar NÁM, sum frá klokkan 13 verður karmur um fernisering hjá næmingum á Háskúlanum, ið hava arbeitt við ymiskum verkum.  Hedevig Kapnas, bjóðar vælkomin og Bárður Dahl Christiansen, sigur nøkur orð um tað tey visa fram.

[object Object]

Klokkan 15 eiga tey á Listabreytina á Nám X tørn. Tann ferniseringin verður í Williamsstovu.  Bjarni Djurholm bjóðar vælkomin, og Henny Dánialsdóttir sigur nøkur orð um tað, tey vísa fram.

Framyvir er ætlanin at hesin mikudagur í viku 11 hvørt ár skal gera vart við list í norðurlendska skúlanum.

- Endamálið við ListaMelduri er at varpa ljós á verkligu og tónlistarligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum, serliga myndlist. Eitt endamál er eisini at lýsa, hvønn týdning hesar lærugreinir hava fyri læring, menning og trivnað, umframt at kveikja og geva íblástur til skapandi virksemi í skúlunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder