Mentan

Listafólkaprát: Um at geva kenslum skap

Hvussu geva vit kenslum listalig skap? Hvat ger tað við okkum at uppliva verk við kroppinum? Hetta eru kjarnuspurningar, sum fara at mynda samrøðuna millum Maibritt Marjunardóttur og Guðrið Poulsen á Listasavninum 9. mars

2025-03-05 19:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin 9. mars klokkan 16 verður listafólkaprát á Listasavninum við listakvinnurnar Maibritt Marjunardóttur og Guðrið Poulsen. Turið Nolsøe, Ph.d. í retorikki, verður orðstýrari.

Hvussu geva vit kenslum listalig skap? Hvat ger tað við okkum at uppliva verk við kroppinum? Hetta eru kjarnuspurningar, sum fara at mynda samrøðuna, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

Maibrit Marjunardóttir er í løtuni partur av serframsýningini “Træðrir” við verkinum “Anhedonia”. “Anhedonia” er eitt stórt og svart bundið installatiónsverk, ið fyllir nærum alt rúmið – eisini við ljóði. Til ber at ganga ímillum bundnu skapini og ljóðmyndin laðar uppundir kropsligu upplivingina. Orðið “Anhedonia” merkir manglandi evni at kenna gleði ella at njóta upplivingar, sum vanliga høvdu verið hugtakandi ella gevandi. Anhedonia verður ofta sett í samband við tunglyndi ella strongd. Sambært Maibritt Marjunardóttur hevur tilgongdin at skapa hetta verkið verið eitt slag av terapi ella meditatión – tað at binda seg burtur úr eini kenslu.

Guðrið Poulsen er fjøllistakvinna og arbeiðir bæði í stórum og lítlum formati. Landslagið og náttúran spæla ein sentralan leiklut í hennara list, og somuleiðis er tað kvinnuliga eitt afturvendandi evni. Nevnast kann 5m høga standmyndin fyri kvinnur deyðar í barsilssong, ið stendur í Fuglafirði. Við minnismerkinum gevur Guðrið bæði kenslum og minnum skap. Søgurnar – bæði tær persónligu og samfelagsligu – fáa eitt ítøkiligt og samstundis abstrakt skap og byggja á eina rúmliga uppliving, ið er bæði monumental og lítillátin um somu tíð.

Listafólkaprátið fer at snúgva seg um, hvussu vit uppliva list við kroppinum, og hvussu kenslur kunnu fáa skap gjøgnum listaligar tilgongdir. Eisini fer prátið at snúgva seg um tilfar, tilgongd, abstraktión og kvinnusøgu.

Sunnudagin 9. mars er Listasavnið opið frá klokkan 11-17, og møguleiki er at vitja framsýningina "Træðrir" áðrenn listafólkaprátið byrjar. Eftir prátið ber til at seta spurningar.

Hetta er sætta tiltakið í einari røð av tiltøkum, ið Listasavn Føroya skipar fyri í samstarvi við Listafelag Føroya. Tiltakið er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder