Innanlands

Listafólkini vitjaðu skúlan tey skulu prýða

Í farnu viku vitjaði listabólkurin Skúlan á Fløtum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-05 21:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku vitjaði listabólkurin Skúlan á Fløtum saman við listafólkunum, ið skulu listprýða skúlan. 

Tey, sum fara at listprýða nýggja skúlan, eru Hansina Iversen, Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø, skrivar Tórshavnar kommuna. Á vitjanini úti á Fløtum vísti Ragnar Zachariassen, arkitektur, listabólkinum nýggja skúlan, ið verður 11.600 m2 til støddar.
 
Settar eru av 2,5 milliónir til at listprýða skúlan. Tórshavnar kommuna rindar alla upphæddina til listprýðing.
 
Fleiri enn 850 næmingar og á leið 100 starvsfólk fara at húsast í skúlanum, tá ið hann fer at standa liðugur í 2020.
 
Á myndini: Edward Fuglø, Jákup Simonsen, Ragnar Zachariassen, Hansina Iversen, Birita Wardum, Jón Sonni Jensen og Regin Marnersson. Dagmar Malena Winther frá Listasavni Føroya vantar á myndini. Hon er eisini í Listabólkinum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder