Aftur í ár verður fimleikahøllin í skúlanum við Gøtugjógv karmur um árligu páskaframsýningina. Fernisering verður páskaaftan klokkan 15, og framsýningin verður opin til og við 2. páskadag.
Tað eru borgarar og onnur, sum hava sínar røtur ella bústað í Eysturkommunu, sum sýna fram.
– Bólkurin av listafólki er støðugur, og tað er gleðiligt at síggja, at ung leggjast afturat, skrivar áhugabólkurin 'Myndlistafólk í Eysturkommunu' í tíðindaskrivi.
Talan er í flestu førum um listafólk, sum hava sýnt fram áður, bæði í nærumhvørvinum men eisini kring landið og uttanlands. Framsýningin spennir sera vítt frá náttúru- og djóramyndum í ymiskum stílum, stilleben, keiputekningum heilt til mixed-media og sci-fi kenda list.
Sum áður nevnt, verður framsýningin sett leygardagin klokkan 15, og Høgni Lisberg kemur í hesum sambandi at framføra nøkur løg. Ókeypis atgongd er til framsýningina.
Tey, sum sýna fram eru Annika Zacharia Beell, LUDVIG – Dagmar L. Mouritsen, Jens Klæmint Jacobsen, Bjørg í Djónastovu, Erla Jarnskor Ellingsgaard, Tummas Jákup Thomsen, Lise-Lotte B. Vindelbo, Joy Ann Simonsen, Emely Marnersdóttir, og Oluffa Klæmintsdóttir.
Upplatingartíðirnar eru hesar:
3. apríl – páskaaftan 15:00 – 20:00 Fernisering
4. apríl – páskadagur 15:00 – 20:00
5. apríl – 2. páskadagur 14:00 – 18:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald