
Á Torradøgum og eftirfylgjandi døgum, 18. til 27. februar, verður listaframsýning í Gallarí á Stongunum í Klaksvík. Framsýnarar verða Lydia Petersen og Jógvan Kristiansson Glerfoss.
Framsýningin er opin 18. til 22. februar frá klokkan 15 til 20 og 23. til 27. februar frá kl. 15 til 18.
Fríggjadagin 21. februar kl. 17 erður ein fyrilestur – “Hvør var Hans Jacob Glerfoss?” – har dóttur Hans Jacob, Hansa Glerfoss, fer at greiða frá um lívið og listina hjá pápanum.
Á tiltakinum verða myndir vístar av málningum frá ymiskum tíðarskeiðum, ið mynda listamannin og lív hansara. Harumframt verður víst á ymiskt útgivið tilfar, saman við óútgivnum tilfari, sum gevur eina fjølbroytta mynd av skapandi virksemi litamannsins. Eisini fer Hansa inn á tað heilt serliga tætta sambandið millum faðir og dóttir, har listin var málið og miðilin í samskiftinum teirra millum.
17 Sangarar verða somuleiðis við til at ríka løtuna við sangframførslum av yrkingum hjá listamanninum, og talan verður her um bæði eldri útgivið tilfar og nýtt óútgivið. Tiltakið gevur ein serstakan møguleika at síggja, hoyra, uppliva og skilja listina hjá einum av okkara týdningarmiklastu listafólkum. Ábit verður.
Um framsýnararnar
Lydia Petersen hevur verið sera virkin og hevur málað nógv tey seinastu mongu árini. Hon var fyrstu ferð við á framsýning á norðoyastevnu í 1989, og síðani á hvørjum árið eftir hetta. Hon hevur eisini havt fleiri sjálvstøðugar framsýningar ymsa staðni í Føroyum.
Hennara málningar eru litríkir og glaðir. Hon er sera fjølbroytt, hon málar litrík skeiv hús, abstrakt, stuttligar dámymyndir, og – sjálvandi – Klaksvíksmyndir.
(Savnsmynd: Finnur Justinussen)
Jógvan Kristiansson Glerfoss varð føddur í 1967. Hann býr í Hoyvík við unnustu síni og eigur trý børn. Jógvan er útbúgvin teldufrøðingur við hjágrein í films- og miðlavísund av Universitetinum í Keypmannahavn. Jógvan er eldhugaður og virkin persónur. M.a. er hann stjóri í KT-fyritøkuni Klintra, virkin rennari og venjari í frælsum ítróttum á 17. ári, valdur til ítróttafyrimynd í 2022, dámar væl at lesa fagrar bókmentir og er íðin sílafiskari við flugutráðu í hond.
Síðstu árini hevur hann eisini av álvara gjørt um seg sum listamálari. List, bátasmíð, handverk og serliga listamáling, hevur verið natúrligur partur av uppvøkstrinum hjá Jógvani.
Hann teknaði og málaði nakað í ungdómsárunum, og í 2020 valdi hann at taka hetta uppaftur. Síðani hevur hann havt átta einstaklinga framsýningar. Mongu og góðu barnaminni Jógvans frá Mikladali eru ein støðug kelda til íblástur. Somuleiðis eru túrarnir við flugufisking tað, tá Jógvan saman við góðum vinum tekur ein steðg frá gerandisdegnum og savnar seg um nú’ið. Málningalistin tekur Jógvan til ein hugtakandi dreymakendan heim, har hann sigur søgur sínar. Afturgangandi evni í list hansara eru menniskju, sambond millum menniskju og verur í ymsum hamum og í skiftandi tíðarskeiðum í lívinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald