Mentan

Listaframsýning og kvøldskúlaframsýning við Gøtugjógv í dag

Latið verður upp klokkan 14 í fimleikahøllini. Ein tíma fram ber til at síggja ymiskt frá kvøldskúlanum - páskaframsýningin hevur annar opið til klokkan 19

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2025-04-21 10:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eysturkommuna hevur kreativar íbúgvar, bæði innan vinnulív, tónleik, sjónleik, listahandverk og list. Um páskirnar verður eitt høvi at síggja nakað av tí, sum rørist millum fólkið, sum hevur sínar røtur ella bústað í Eysturkommunu.

Soleiðis skrivar kommunan á heimasíðu sínari. 

Eins og undanfarin ár, er skipað fyri einari páskaframsýning í fimleikahøllini í skúlanum Við Gøtugjógv.

Talan er í stóran mun um eina listaframsýning, men í ein tíma í dag er eisini ein kvøldskúlaframsýning.  

- Framsýningin umfatar: drama, dans, venjing og rørslu, barnakór, føroyskan dans og list.

Í dag, 2. páskadag

kl. 14 – 15 verður kvøldskúlaframsýning.

kl. 14 – 19 verður listaframsýning.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder