Herfyri varð greitt, at næmingar og starvsfólk á skúanum á Skúlatrøð í Klaksvík hava vunnið høvuðsvinningin hjá ListaMeldri 2021.
ListaMeldur er eitt árligt tiltak, ið endar við einum stórum listafagnaði. ListaMeldur eggjar børnum og ungum at seta myndlist á breddan við eini rúgvu av listaligum tiltøkum og framsýningum á fólkaskúlum. Hugskotið er sprottið úr gransking, sum vísir, at næmingar, ið arbeiða við list í skúlanum læra og trívast betri.
Í gjár var høvuðsvinningurin handaður skúlanum fyri listaligu evnisvikuna, sum næmingar á Skúlatrøð høvdu í mars, har skúlin megnaði at fáa heilar 600 næmingar á ymisku floksstigunum virknar í list á skúlanum so ella so.
Næmingarnir í 1. til og við 6. flokk arbeiddu við fiskum og fuglum, sum tey skuldu skapa tvey sansarúm við – eitt við fuglum og eitt við fiskum. Í sansarúmunum var serstakt ljós og ljóð sett upp. Hetta alt legði upp til at síggja vakra ymisleikan í havinum og í luftini.
7. flokkur fekk frálíka hugskotið saman at mála skúlagarðin, so at næmingarnir fáa gleði av ymiskum spølum. So nú kunnu næmingarnir lakka paradís, ganga eftir bylgjutum linjum, telja, rokna brøk, spegla meg, gera longdarlop og stava o.s.fr.
8. flokkur fekst við stuttfilmar um mállæru, lokala søgu og nøkur
Tað var Henny Dánialsdóttir, ið fyriskipar ListaMeldur og er ráðgevi í handaverki & list í Námi, sum handaði Vagn Foldbo, skúlastjóra, vinningin fyri stórbært úrslit. Eitt skreytblað og eina væl innpakkaðan gávu. Gávan var spennandi prentútgerð til evningstovuna.
Herundir nakrar myndir frá sansarúminum og tá næmingar málaðu skúlagarðin.
Fleiri myndir síggjast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald