Innanlands

Listasavn Føroya fingið 430.000 krónur frá Frískúlanum í Havn

Upphæddin er tað, sum var eftir, aftaná at Frískúlin herfyri læt aftur og seldi sínar ognir, og hon skal brúkast til virksemi í komandi Barnahúsinum, sum væntandi verður liðugt fyrst í 2028

(Mynd: Listasavn Føroya)

(Mynd: Listasavn Føroya)

2026-01-16 11:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á lítlari móttøku á Listasavninum í gjár handaði sjálvsognarstovnurin Frískúlin í Havn Listasavninum gávu, sum skal brúkast til virksemi í komandi Barnahúsinum, eitt nú verkstovur, skeið og skapandi tilboð fyri børn og ung.

Tað vóru Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard, ið vóru við til at stovna Frískúlan, sum lótu Solveig Hanusardóttur Olsen, stjóra á Listasavninum, gávuna, skrivar Listasavnið í tíðindaskrivi.

Upphæddin er tað, sum var eftir, aftaná at Frískúlin herfyri læt aftur og seldi sínar ognir. Í samsvari við endamálsorðingina hjá Frískúlanum er ynskið, at peningurin fer til at menna listaligt arbeiði fyri børn og ung og á hendan hátt skapa karmar fyri listaligari og kreativari menning hjá ungum.

– Hetta er samstundis okkara máti at takka Listasavni Føroya fyri allar tær læruríku løturnar, sum okkara næmingar hava havt á Listasavninum, segði Sharon Weiss, fyrrverandi stjóri á Frískúlanum.

Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri á Listasavni Føroya, fegnast um gávuna:

– Hetta hevur stóran týdning fyri okkum og ger tað møguligt at menna Barnahúsið sum eitt livandi og skapandi stað. Vit gleða okkum at bjóða børnum og ungum dygdargóðar og mennandi upplivingar.

Endamálið við Barnahúsinum er at skapa eitt rúm, serliga ætlað til børn og ung, har skapan, listamiðlan og kreativt virksemi eru í fokus.

Barnahúsið er partur av eini størri heildarætlan fyri Listasavn Føroya, sum eisini fevnir um ein nýggjan serframsýningarbygning og betri karmar til føstu framsýningarnar.

Barnahúsið verður ein kreativur miðdepil, har børn kunnu arbeiða við list og fáa innlit í skapandi tilgongdir. Barnahúsið er væntandi liðugt fyrst í 2028.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder