Týsdagin 8. februar letur Listasavnið upp aftur við nýggjum serframsýningum.
Savnið hevur verið stongt vegna umvæling, men nú er listin komin upp aftur at hanga í føstu framsýningini.
Eisini lata tvær nýggjar serframsýningar upp í vikuni.
Listasavnið fekk eina stórsligna gávu við átta málningum eftir Sámal Joensen-Mikines frá einum privatum eigara í Danmark stutt fyri jól.
Teir átta málningarnir kunnu nú upplivast saman í einum rúmi fyri seg. Málningarnir kunnu síggjast frá 8. februar.
Fríggjadagin 11. februar kl. 16-18 letur nýggja serframsýningin Landslagið í broyting upp.
Fernisering við røðum og tónleiki verður á skránni og savnið bjóðar ábit.
Framsýningin varpar ljós á broytingar bæði í náttúruni og listini og kannar, á hvønn hátt samtíðarlistin endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni.
Barnafamiljur eru vælkomnar at seta seg við barnaborðini í forhøllini at loysa ymiskar kreativar uppgávur.
Tað er ókeypis at vitja forhøllina og børn og ung undir 20 ár sleppa ókeypis inn á savnið.
Listasavn Føroya er opið týsdag til sunnudag kl. 13-16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald