
Eitt stórt tal av listaverkum verða sýnd fram í Skúlanum við Løkin í Runavík báðar páskadagarnar. Aftur í ár skipa NSÍ Stuðlar fyri framsýningini, og eisini hesaferð eru fleiri av okkara fremstu listafólkum við.
Í fjør tóku NSÍ Stuðlar stig til at skipa fyri listaframsýning í Runavík. Tað er ikki nakað nýtt tiltak sum so, tí í mong harrans ár var listaframsýningin í Runavík fastur táttur hvørjar páskir.
Tá var tað Lions Club Eysturoy, sum í meira enn 30 ár skipaði fyri, men seinnu árini hevur eingin framsýning verið – til nú.
NSÍ Stuðlar hava nú tikið táttin uppaftur, og báðar páskadagarnar kann listaframsýningin síggjast í Skúlanum við Løkin frá klokkan 14 til 20.
Í ár verður tað býráðslimurin Petur Hansen, ið fer at seta framsýningina, og tað verður klokkan 14.30 páskadag klokkan 14. Talan er um eina søluframsýning, so her er eitt gott høvi hjá fólki at ogna sær góða list.
Atgongumerkið er samstundis lutaseðil har vinningurin er ein málningur. Eisini fæst ein drekkamunnur til keyps og okkurt gott afturvið.
Fólk, ið ynskja at hava málningar við til framsýningina kunnu tilmelda / søkja um luttøku á hesu leinkjuni https://www.nsi.fo/paskaframsyningin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald