Innanlands

Listavirðisløn Nósloyar Páls verður handað 2. februar

Virðislønin á 75.000 kr. verður latin til eitt lokalt listafólk

2019-01-28 11:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tann 2. februar lata dyrnar upp í Spinnaríðnum, har hátíðarhald verður og Listavirðisløn Nósoyar Páls eisini verður latin. Á skánni verða røður, tónleikur og aðrar framførslur.

Listavirðisløn Nólsoyar Páls er ein listavirðisløn, ið varð sett á stovn í 2013 av Klaksvíkar býráð. Virðislønin, sum er gáva á 75.000 kr, verður latin til eitt lokalt listafólk, sum á ein hvønn hátt hevur skarða framúr, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Higartil er virðislønin latin til:

2013: Hanus G. Johansen

2014: Edward Fuglø

2015: Eyð Matras

2018: Steintór Rasmussen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder