Í nátt hevur verið stak friðarligt, og ikki hevur verið nógv at gjørt, sigur løgreglan.
Men ígjár hevði løgreglan fitt av arbeiði.
Tá klokkan var uml. 11 í gjár varð ein ungur maður tikin fyri at stjala góðgæti í einum handli í høvuðsstaðnum.
Klokkan 17 fekk løgreglan boð um royk í Norðyatunlinum, men hetta vísti seg bara at vera ein bilur, sum brendi ov nógva olju, og fingu tey bilin úr tunlinum.
Stutt fyri midnátt fekk løgreglan eisini boð um eitt lítið ferðsluóhapp við Løkin. Talan var um ein bil, sum hevði rent á eitt skelti. Skaðin, sum stóðst av hesum, var bert materiellur.
Eisini hava boð verið eftir sjúkrabili til fólk, ið vóru blivin illa fyri, men annars hevur verið friðarligt, sigur vakthavandi á politistøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald