Innanlands

Lítið og einki avfall næstu dagarnar

Í morgin verður meiri stilt í veðrinum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-02-26 11:48 Author image
Ari av Rana
placeholder

Meðan vindurin leikar á í dag verður sambært veðurforsøgnini friðarligari veður. Harafturat verður lítið og einki av avfalli.

Í dag er strúkur í vindi til hvassur vindur av útsynningi, millum 12 og 16 m/s. Turt og hitin um 8 hitastig.

Í morgin minkar hann í vindinum úr strúkur í vindi av útsynningi heilt niður í lot av norðuri. Eitt lítið sindur av avfalli verður um middagsleiti, millum 0,2 og 0,3 mm. Hitin fellur gjøgnum dagin úr 8 hitastigum niður í 4 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder