Innanlands

Lítið og einki meir av kava komandi dagarnar

Kavin verður tó liggjandi eina løtu enn

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-01-30 15:15 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógvur kavi hevur lagt seg seinastu dagarnar og hann verður liggjandi eina løtu. Tó verður ikki nógv meiri av kava komandi dagarnar.

Veðurforsøgnin sigur ikki frá avfalli komandi dagarnar. Tað, sum eftir er at degnum í dag minkar í vindinum úr frískum vindi niður í gul av norðuri, millum 10 og 4 m/s. Hitin um 1 og 2 hitastig.

Í nátt og í morgin er stilt, lot til andøvsgul av vestri og norðuri, millum 2 og 7 m/s. Seint um kvøldið veksur hann í vindinum til frískan vind av landnyrðingi, um 9 m/s. Hitin um 2 til 3 hitastig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder