Innanlands

Lítið óhapp í Eysturoyartunnlinum

Ferðslan stongd í umleið 12 minuttir

2025-06-24 10:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt lítið ferðsluóhapp var í Eysturoyartunnlinum fyri lítlari løtu síðani.

Tað var ein bilur, sum rendi á eitt skelti við rundkoyringina – onki álvarsligt.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at fráboðanin kom klokkan 10.43. Tá slíkt hendir, verður ferðslan beinanvegin stongd, so løgreglan kann koma á staðið.

Ferðslan var stongd í okkurt um 12 minuttir, og koyrir aftur nú

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder