Innanlands

Lítið sannlíkt at Anne-Elisabeth er á lívi

Norska løgreglan heldur nú at norska Anne-Elisabeth Hagen er dripin

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-06-26 12:05 Author image
Ari av Rana
placeholder

Norska Anne-Elisabeth Hagen, sum er kona ríkmannin Tom Hagen, er allarhelst dripin. Tað sigur norska løgreglan nú um nýggjastu upplýsingarnar í málinum, har Anne-Elisabeth var hildin at verða burturflutt.

Anne-Elisabeth hvarv tann 31. oktober í fjør. Seinast nakar visti um hana var hon heima við hús í Oslo økinum. Løgreglan helt fyrsta at Anne-Elisabeth var burturflutt. Løgreglan fann eitt bræv, har biðið var um loysigjald á 69 milliónir (danskar red.) krónur fyri at fáa Anne-Elisabeth aftur. Men nú verður sagt at brævið var falskt og at tað var eitt roykslør. Maðurin Tom Hagen er ríkmaður og hevur eina ogn á 1,3 millirdir krónur.

Løgreglan vil ikki siga nakað um motivið aftanfyri drápið av Anne-Elisabeth.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder