Tað eru trý fólk sum hava søkt starvið sum tíðindaleiðari í Kringvarpinum og fýra sum hava søkt avloysarastarvið sum leiðari á mentanardeildini. Tað sigur Ivan Niclasen fyri Portalinum.
Hóast talan ikki er um nógvar umsøknir til størvini bæði, sigur Ivan Niclasen at talan einans er um skikkaðar umsøkjarar.
- Vit høvdu eina drúgva starvsumsókn serliga til tíðindadeildina. Millum annað skuldi persónurin hava drúgvar journalistiskar royndir umframt at hava leiðsluroyndir. Allir umsøkjarir lúka hesi krøvini, sigur Ivan Niclasen í viðmerking. Hann sigur at skjótt verður greitt, hvør verður settur.
- Tað er ringt at siga. Men um eini tvær til tríggjar vikur, skuldi málið verði avgreitt, sigur stjórin á Kringvarpinum.
Ivan Niclasen sigur eisini, at talan er um bæði kvinnuligar og mannligar umsøkjarar til bæði størvini.
Freistin at søkja var 29. apríl kl. 12.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald