Innanlands

Lítla ólavsøka í Havn í kvøld

Veruligt lív kemur í Havnar gøtur í kvøld, tá mentanarnátt er. Skráin er rúgvusmikil

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2023-06-02 12:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein rúgvusmikil skrá er gjørd í sambandi við Mentanarnáttina sum er í Havn í kvøld. Hetta er tiltakið sum fyrstu ferð varð hildið í 2001, hevur vaksið seg til einstaka tiltak í Havnini aftan á ólavsøkuna.

Ofta verður Mentanarnáttin eisini rópt "lítla ólavsøka".

Stovnar og virkir lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, matstovur og gistingarhús spenna seg út og handlarnir hava leingi opið.

Livandi tónleikur sermerkir eisini Mentanarnáttina bæði innan- og uttandura. Nógvastaðni í býnum verður tónleikur at hoyra.

Tað er Visit Tórshavn sum samskipar Mentanarnáttina.

Skáin fyri mentanarnáttina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder