Innanlands

LÍV kunnar útlendingar um føroysku eftirlønarskipanina tryggingar

Tað er ofta trupult hjá útlendingum at fáa eitt greitt yvirlit yvir síni pensjóns- og tryggingarviðuskifti, tí kunningin er altíð á føroyskum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2019-02-13 19:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 16. februar kl. 14 verður Smæran karmur um eitt tiltak fyri útlendingar í Føroyum. Tiltakið er á enskum og endamálið er at kunna um føroysku eftirlønarskipanina, og tær tryggingar, sum kunnu knýtast at einari eftirløn.

Í Føroyum búgva 1488 tilflytarar, sum ikki eru úr Norðanlondum (kelda: Útlendingastovan februar 2019). Hesi koma frá ymiskum londum og frá øðrvísi skipanum enn føroyska eftirlønarskipanin. Tað er ofta trupult hjá útlendingum at fáa eitt greitt yvirlit yvir síni pensjóns- og tryggingarviðuskifti, tí kunningin er altíð á føroyskum.

1. januar 2019 bleiv álagt øllum, sum fáa A-inntøku at gjalda til egna eftirløn. Eisini tey sum fáa almenna veiting og útgjald frá ALS skulu nú í minsta lagi gjalda 5% til egna eftirløn.

Fleiri útlendingar, sum koma til Føroyar, gerast limir í einum føroyskum fakfelag. Feløgini hava ofta góðar eftirlønarskipanir, men tað eru fleiri útlendingar, ið ikki kenna skipanirnar og vita tí ikki hvørja pensjón- ella tryggingar tey hava ella kunnu fáa. Tey vita ofta heldur ikki hvørji rættindi tey hava, um tey t.d. gerast sjúk.

LÍV hevur tikið áheitanina til sín og vil við hesum bjóða øllum útlendingum, sum ynskja at vita meira um pensjón og trygging, til ein áhugaverdan seinnapart í Smæruni.

Skráin er:
- LÍV fer at greiða frá pensjón, tryggingum og hvussu skipanirnar hjá fakfeløgunum eru

- TAKS fer at greiða frá hvat lógin sigur um eftirløn, serliga tann partin, sum snýr seg um
útlendingar, sum uppihalda seg í Føroyum í eitt styttri ella longri tíðarskeið

- LÍV fer at greiða frá hvussu eftirlønin verður umsitin og íløgunum hjá LÍV

LÍV bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin, eisini teimum, ið ikki eru kundar hjá LÍV, men bert ynskja at vita meira um pensjón og tryggingar. Ikki er neyðugt við tilmelding.

Kunning á enskum: https://www.facebook.com/events/409395303130215/

- LÍV

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder