Innanlands

Lív verður samskipari í javnstøðumálum

Almannamálaráðið hevur sett Lív Patursson í starv sum samskipari í javnstøðumálum

Mynd: Almannamálaráðið

Mynd: Almannamálaráðið

2019-06-27 12:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Almannamálaráðið hevur sett Lív Patursson í starv sum samskipari í javnstøðumálum.

Samskiparin fer at fremja átøkini í virkisætlanini fyri javnstøðupolitikkin, sum Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna lat úr hondum í fjør. Harafturat skal hon fremja mál, sum Javnstøðunevndin og Demokratia raðfesta, eins og vera skrivari hjá teimum báðum nevndunum.

Samskiparin fer eisini at varpa ljós á og gera kunnandi tilfar um javnstøðu, skipa fyri tiltøkum, og sum heild skipa økið og vera andlitið úteftir.

Lív Patursson er 35 ára gomul og útbúgvin kynfrøðingur. Hon byrjar í starvinum 20. august, skrivar Almannamálaráðið.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í javnstøðumálum, gleðist um, at hetta týdningarmikla økið nú verður væl skipað, og ferð rættiliga kann setast á javnstøðuarbeiðið.

Trettan umsóknir vóru til starvið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder