Innanlands

Livandi legendur líta afturá

Kaj Klein and The Force Majeures & Yggdrasil í Tøting 12. januar

2019-01-10 18:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vit gleða okkum at kunna bjóða tykkum til eina heilt serliga konsert í Tøting í januar, tá tvær sannar legendur í føroyskari tónleikasøgu, Kristian Blak og Kaj Klein hvør í sínum lagið, fara at hjúkla um áhoyrarnir við afturlítandi verkum, ið hava ríka um føroyskan tónleik og mentan. Umframt teir báðar, verður palluin fyltur av føroya dugnaligastu tónleikarum.

Kaj Klein and The Force Majeures:
Í januar kemur Kaj Klein á eina lítla konsertferð í Føroyum, saman við bólkinum The Force Majeures. Hetta verður ein ferð gjøgnum tónleikin hjá Kaj og bróðir hansara Karl Anton Klein, sála.

Kaj Klein sleit sínar tónlistarligu barnaskógvar í bólkinum Plastnoist, ið hann stovnaði saman við Karl Anton. Ein annar limur í Plastnoist var Palle Hjort, ið seinni er kendur sum avloysari fyri Thomas Koppel á hammond orglinum í Savage Rose. Men sum eisini hevur samstarva við nógv onnur tónleikanøvn, so sum Povl Dissing, Peter Sommer, På Slaget 12, Danser med Drenge, Poul Krebs, The Sandmen, Big Fat Snake og føroysku Tórodd Poulsen og Sirm.

Palle Hjorth verður eisini partur av bólkinum, nú Kaj Klein fer at spæla the best of Plastnoist og Kaj Klein. Tí Palle hevur verið fastur fúsur á útgávunum hjá Kaj, síðan hann, sum ein grønur tannáringur møtti brøðrunum úr Vestmanna.

Umframt Palla eru The Force Majeures: Janus Kampmann á gittari, Per Ingvaldur Højgaard Petersen á trummum og Karl Andrias Stórá á bassi.

[object Object]

Yggdrasil:
Bólkurin Yggdrasil er helst ídnasti føroyski tónleikabólkurin nakrantíð, við heili 20 tónleikaútgávum og konsertvirksemi kring allan heim líka síðani 1981.

Yggdrasil er ein tónleikaverkætlan, ið hevur havt eitt ótal av gestatónleikarum, ið seta sítt fingramerki á tónleikin, og hervið gerast útgávurnar sera ymiskar í stíli og ljóði.

Kristian Blak er oddamaður í bólkinum, og hevur verið við frá byrjan. Hesi nógvu seinnu árini hava Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak og Brandur Jacobsen eisini verið við at mynda bólkin, men tó við undantøkum, har aðrir tónleikarar eisini hava verið við.

Á konsertini í Tøting, fara Yggdrasil at framføra verkini Bröytingar frá 1988 og Nu Ska Vi U Å Sejle, sum er ein sera góð og stuttlig barnaútgáva frá 1977.

Yggdrasil eru hesaferð:
Kristian Blak
Katrina Olsen
Maria Knudsen
Heðin Ziska Davidsen
Mikael Blak
Brandur Jacobsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder