Innanlands

Livar Nysted kennir seg ikki aftur í søgu um Naddodd: Skiparin sigur ósatt

Tá tú broytir uppá veruleikan, kann eg ikki tiga, sigur Livar Nysted í longri videobroti um vanlukkuna út fyri norsku strondina fyri tveimum árum síðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-10-13 22:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í einum longri videobroti á Faceebook, greiðir Livar Nysted frá hansara søgu av syrgiligu hendingini tá Naddoddur holvdist í Stathavi út fyri norsku strondina fyri tveimum árum síðan.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at skiparin á túrinum úr Føroyum til Noregs, Andy Fitze, í einum poddi, hevur greitt frá hansara søgu. Eina søgu, sum Livar Nysted als ikki kennist við.

- Eg veit ikki hví Andy (Fitze, red.) hevur valt at broyta uppá søguna, tí vit hava tosað um hetta seinastu tvey árini. Tað hevur ongantíð verið ein trupulleiki við hesum, og allar søgurnar hjá okkum sum vóru umbroð hava verið líka. Einki undrunarvert.

[object Object]

Millum annað samsvarar tað sum Andy Fitze greiðir frá um hvat hendir beint áðrenn ein stór alda holvdi seksæringin. Her sigur skiparin seg hava sitið við róðrið og stýrt millum stóru aldurnar. Sambært Livari Nysted, var tað hvannasundsmaðurin sjálvur, sum sat við róðrið.

Eisini er ikki samsvar um, hvat skal vera hent eftir stóru alduna og nær 29 ára gamla Karla Dana skal vera deyð.

Livar Nysted setur eisini spurnartekin við nakað av tí, sum Andy Fitze sigur. At hann skal vera kavaður undir bátin í yvirlivilsisdrakt og roynt at skorið Karlu Dana leysa. Tað letur seg nærum ikki gera at kava við útblástari yvirlivilsisdrakt, vil Livar Nysted vera við.

- Nú knappliga hevur Andy Fitze eina heilt øðrvísi søgu. Eg skilji ikki hví. Eg havi spurt hví, og hann sigur bara eg má virða søguna, sum hann hevur.

- Og eg virði at fólk fortelja teirra søgu, men tá tú broytir uppá veruleikan, so kann eg ikki tiga um hetta, sigur Livar Nysted í videobrotinum.

[object Object]Manningin á Naddoddi undan fráferð av Tvøroyri 24. august 2024

Fimm av manningini á Noddoddi vórðu bjargað. 29 ára gamla Karla Dana úr Florida lat lív í vanlukkuni.

Sí longri videobrot ovast í greinini ella á Facebook brúkaranum hjá Livari Nysted her.

--

Les eisini: Stór alda aftanifrá holvdi Naddodd

Les eisini: Andy Fitze: Eg vildi ikki sleppa Karlu


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder