2022-01-11 16:26

Útlitini vóru ikki so góð, tá árið byrjaði, men tað verður helst eitt miðal haruár.
Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, væntar, at umleið 7000 harur eru skotnar í fjør.
Hetta skrivar setur.fo.
Uppteljingin er í løtuni í gongd. Í 2020 vórðu 9.562 harur skotnar. Hetta var útfrá 1.044 skrásettum harutúrum.
Í Vikuskiftissendingini í Kringvarpi Føroya greiddi Eyðfinn Magnussen frá arbeiðinum við skrásetingunum og haruveiðina sum heild, umframt um eina nýggja kanning, ið nú verður gjørd fyri at fáa staðfest, um sjúkan toxoplasmosa, er í føroyskum harum.
Brotið á 14 minuttir kann hoyrast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald