Innanlands

Lívið sum listafólk í Tjørnuvík

Sí film um listafólkabústaðin í Tjørnuvík, sum skjótt hevur verið virkin í fimm ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-06-11 08:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Listafólkabústaðurin hevur skjótt verið virkin í 5 ár. Tjørnuvík er tann bygdin har listafólk streyma til fyri at hugsavna seg um tað listarliga.

Fyrr í ár varð ein forkunnugur filmur gjørdur av hollendska filmslistamanninum Martijn Bastiaans, um hvussu tað er, at búgva í Listafólkabústaðnum í Tjørnuvík.

Í 2014 varð samstarvsavtala millum LISA og Sunda kommunu undirskrivað um at bjóða skúlan í Tjørnuvík sum listafólkabústað. Kommunan fegnast um, at samstarvið hevur eydnast so væl. Longu nú er skúlin bílagdur lagt inn í 2020, skrivar kommunan.

Listafólkabústaðurin kann leigast føroyskum og útlendskum listafólki og listaligt virksemi, skapan, hugsavnan og líknandi í eina viku upp í tríggjar mánaðir.

Sí filmin ovast í greinini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder