Tórsfest, sum er gamla ólavsøkukonsetin er í gongd. Twisted Sister forsangarin Dee Snider hevur verið á palli, og tað hevur I Am eisini.
Kristiligi rokkbólkurin rendi seg í ljóðtrupulleikar longu aftaná fyrsta lagið. Annars góða røddin hjá forsangaranum, Birgir Sigurðsson, bleiv avbrotin í fleiri førum, og eftir eina lítla løtu steðgaðu teir við konsertini.
Løtu seinni royndu teir aftur, og tíverri miseydnaðist hesu og tað tóktiskt sum mikrofonin ikki kláraði røddina. Hetta órógvaði og gjørdi, at tað ikki vera serliga fult frammanfyri pallin. Sindur keðiligt, tí I Am hevur fleiri góð løg, sum uttan iva hava áhuga hjá nógvum.
Teir gjøgnumførdu konsertina, og ljóðið bleiv betur sum fráleið.
Nú fer danski rappbólkurin Supsekt á Power Pallin. Seinni spælir L.O.C og Martin Jensen á Power pallinum, sum er stóri pallurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald