Um góðar tveir mánaðar - leygardagin 13. august - verður Ljósfest aftur í Vági.
Í fjør var ætlanin at skipa fyri Ljósfest 18. juli í sambandi við, at elverkið í Botni gjørdist 100 ár, men hesum forðaði korona fyri, og tí varð tað útsett til heystferiuna.
Men í ár er ætlanin, at Ljósfestin skal vera ein mentanardagur, ið verður hildin, meðan fólk eru í summarfrí, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.
Ein fullfíggjað skrá verður almannakunngjørd, tá Ljósfestin nærkast, men boðað verður frá, at søvnini koma at hava opið, barnatiltak verður á skránni, og eisini verður stór tónleikakonsert um kvøldið.
Tey, sum fara at spæla eru Høgni Lisberg, Evi Tausen, Herborg Torkilsdóttir, Steintór Rasmussen, Tinganest, Ingi Poulsen og Danny Baldursson, og Hjarnar. Gissur S. Patursson verður plátuvendari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald