Uttanlands

Ljóssvørð úr "Star Wars" selt fyri 23 milliónir krónur á uppboðssølu í Los Angeles

Tað bleiv brúkt í filmunum "The Empire Strikes Back" og "Return of the Jedi"

Hetta ljóssvørðið varð ein av túsundatals lutum, sum vórðu seldir á uppboðssølu í Los Angeles í døgunum 4. til 6. september (Mynd: EPA)

Hetta ljóssvørðið varð ein av túsundatals lutum, sum vórðu seldir á uppboðssølu í Los Angeles í døgunum 4. til 6. september (Mynd: EPA)

2025-09-08 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt ljóssvørð, sum bleiv brúkt av Darth Vader í uppruna "Star Wars"-tríverkinum, varð herfyri selt á uppboðssølu í Los Angeles.

Ljóssvørðið - á enskum lightsaber - varð selt fyri yvir 3,6 milliónir dollarar, sum svarar til umleið 23 milliónir krónur, skrivar heimasíðan hjá auktiónshúsinum Propstore.

Propstore sigur, sambært Ritzau, at ongantíð er ein lutur úr "Star Wars" seldur fyri so stóra upphædd.

Ljóssvørðið varð brúkt í filmunum "The Empire Strikes Back" frá 1980 og "Return of the Jedi" frá 1983.

Undan uppboðssøluni varð væntað, at tað fór at verða selt fyri millum eina og tríggjar milliónir dollarar. Undir uppboðssøluni komu 31 boð.

Ljóssvørðið er bert ein av túsundatals lutum og búnum úr Hollowood, sum seinastu dagarnar er selt á uppboðssølu í Los Angeles. Á uppboðssøluni vóru m.a. eisini lutir úr "Harry Potter"-filmunum, "Game of Thrones"-røðini og "Men in Black"-filmunum, sum vórðu seldir fyri stórar upphæddir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder