Nú summarið nærkast og fleiri ferðafólk longu eru at síggja í Føroyum, so er aftur møguligt at lesa føroysk tíðindi á enskum á gistingarhúsum, matstovum, kunningarstovum, handlum og aðrastaðni kring oyggjarnar.
Local.fo blaðið vendir sær til bæði ferðafólk og útlendingar, sum búgva í Føroyum. Hvør útgáva hevur eitt upplegg á 6000 eintøk, og verður borin út til fleiri enn 90 almenn støð í Føroyum komandi dagarnar.
Í mun til seinasta summar, so verður blaðið prentað í Føroyum í ár, og farið verður úr einari útgávu seinasta summar til tríggjar útgávur hetta summarið.
- Vit eru sera takksamir fyri undirtøkuna frá okkara lýsarum, sum hava gjørt tað møguligt at útgeva blaðið tríggjar ferðir í ár. Summarsesongin verður longri og longri, og fleiri útgávur geva okkum møguleika at røkka út til nógv fleiri ferðafólk enn seinasta summar, sigur Torleif Joensen, stjóri á Local.fo, í stuttari viðmerking.
Fyrsta útgávan av blaðnum verður borin út kring landið í hesum døgum. Onnur og triðja útgáva koma út ávíkavist 1. juni og 1. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald