Uttanlands

Löfven kann fella mánadagin

Politisk kreppa er í Svøríki, nú fýra flokkar ætla at atkvøða fyri misáliti á forsætisráðharran, ið stendur á odda fyri minnilutastjórn og hevur verið undir trýsti

Venstrepartiet, ið er stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevur mist álitið á forsætisráðharran (Mynd: EPA)

Venstrepartiet, ið er stuðulsflokkur hjá stjórnini, hevur mist álitið á forsætisráðharran (Mynd: EPA)

2021-06-17 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað, sum fyllur so at siga alt í svenskum miðlum í dag, er, at nógv bendir á, at Stefan Löfven verður koppaður heilt skjótt. Venstrepartiet hevur ikki longur álit á sosialdemokratiska forsætisráðharrarnum og hevur reist misálit.

Nooshi Dadgosta, leiðari í Venstrepartiet, kunngjørdi hetta á tíðindafundi í dag, og segði at talan ikki var um eini løtt boð at senda út.

Venstrepartiet hevur síðani minnilutastjórnin varð skipað í 2018 verið ein týðandi stuðusflokkur. Men eftir at ein ætlað lógarbroyting hjá stjórnini um at slaka uppá reglur, ið javnføra húsleiguna í nýggjum leigubústøðum, er løgd fram, og at tað er greitt, at Hyresgästföreningen ikki sleppur við í arbeiði at gera lógina, so hevur Nooshi Dadgosta trýst á knappin.

Misálit er reist, og tað verður atkvøtt fyrrapartin mánadagin, sambært Mats Knutson frá SVT. Tað, sum er so tyngjandi fyri Löfven, er, at Sverigedemokraterne, Moderaterne, og Kristendemokraterne eru við Venstrepartiet og hetta fer at geva ein meiriluta. 

Tað var eisini nógv rumbul eftir svenska valið í 2018 - tað tóku fleiri mánaðir áðrenn ein minnilutastjórn var skipað við Stefani Löfven sum leiðara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder