Innanlands

Lóg um føroyskt sum annaðmál er nú samtykt

Nýggja lógin skal tryggja øllum borgarum yvir fólkaskúlaaldur, sum ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, atgongd til undirvísing og útbúgving í føroyskum

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2024-05-14 18:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tilflytingin er vaksin nógv seinastu árini. Hetta vísa øll tøl hjá Hagstovini, og harvið er tørvurin á undirvísing í føroyskum sum annað mál vaksandi.

Hesin bólturin hevur í stóran mun ligið hjá kommununum. Summar hava loftað tí væl, men eftirspurningurin hevur verið ógvuliga stórur. Kvøldskúlin hjá Tórshavnar kommunu yvirgav seg fyrr í ár, men nú er loksins ein lóg komin á økinum.

Hon varð samtykt í gjár. Talan er um løgtingslóg LM-085/2023. Lógin skal tryggja øllum borgarum í Føroyum yvir fólkaskúlaaldur, sum ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, atgongd til undirvísing og útbúgving í føroyskum. Hetta staðfestir Barna- og Útbúgvingarmálaráðið.

- Í nógv ár hevur undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin verið fyriskipað sum frítíðarundirvísing innan kommunala geiran. Henda skipan hevur virkað væl, og hava tilflytarar kring landið havt møguleika fyri at tekna seg til málskeið, ið hava lagt lunnar undir málsligari og samfelagsligari integratión. 

Neyðugt var tó at ásanna, at tørvurin fyri undirvísing í føroyskum er í vøkstri grundað stórari tilflyting til Føroya. Harvið er lógin nú gjørd - ein lóg sum skal tryggja javnbjóðis atgongd hjá øllum tilflytarum til somu undirvísingar- og útbúgvingartilboð. Talan er um ein løgfrøðiligan karm, sum er fleksibul, og sum skjótt kann laga undirvísingartilboðini til tørvin hjá borgarum, samfelagnum og vinnuni.

Tað verður Undirvísingarstýrið saman við góðkendum skúlum, ið kemur at samskipa undirvísingin, skrivar bumr.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder