Innanlands

Lógartænastan lættir um lóggávuarbeiðið

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur tikið stig til at lætta um lóggávuarbeiðið

2019-02-06 10:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

Lógartænastan á Løgmansskrivstovuni hevur tikið stig til at lætta um lóggávuarbeiðið. Í einum dagførdum rundskrivi um lógarsmíð verður greiðiliga greitt frá, hvussu løgtingslógaruppskot og broytingaruppskot skulu orðast og setast upp. Eisini fæst innlit í, hvørji krøv verða ásett til innihaldið í viðmerkingum til hesi uppskot.

”Endamálið við rundskrivinum er at lætta um lóggávuarbeiðið hjá stjórnarráðunum og stovnum undir landinum. Vit hava tí sett rundskrivið upp soleiðis, at tað eisini kann nýtast sum eitt uppslagsverk. Í tekstinum verður greitt í stuttum frá, hvørji løgfrøðilig atlit skulu havast í huga, og hvussu tey ymisku uppskotini skulu setast upp tøkniliga. Fleiri av dømunum í hesum rundskrivinum eru funnin í galdandi rættarreglum, men tey eru eisini lagað til, so at tey í størstan mun samsvara við tøkniligu ásetingarnar, ið verða settar í hesum rundskrivinum, sigur Nella Festirstein, deildarstjóri á Lógartænastuni.

Við rundskrivinum eru mestsum allir tættir innan lógarsmíð nú samlaðir á einum staði, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni.

Í stuttum verður nomið við, hvussu tú setur upp kunngerðir, broytingarkunngerðir, ríkislógartilmæli og eisini er ein serstakur partur um at uppseta uppskot til samtyktar frá landsfyrisitingini.

Til ber at lesa meira um rundskrivið um lógarsmíð her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder