Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, hevur sent uppskot til løgtingslóg um leigustuðul til ummælis. Ummælisfreistin er 9. februar.
Lógaruppskotið hevur til endamáls at geva teimum, sum búgva í leigubústaði, ein lógartryggjaðan rætt til leigustuðul. Stuðulin er ætlaður húskjum við lágum og miðalinntøkum, og skal vera við til at skapa størri javnvág á bústaðarmarknaðinum millum tey, sum eiga, og tey, sum leiga, skrivar Almanna- og heilsumálaráðið.
Leigustuðulin fevnir um langtíðarleigumál sambært leigulógini og er avmarkaður til sjálvstøðugar íbúðir við egnum køki. Ávís undantøk eru, eitt nú fyri bústaðir fevndir av almannalógini og leigu frá foreldrum ella verjum.
Leigustuðulin verður ásettur til 20 prosent av húsaleiguni, tó í mesta lagi 1.500 krónur um mánaðin. Stuðulin er inntøkutreytaður og lækkar stigvíst, tá inntøkan fer upp um ásett inntøkumørk.
Húski við einum vaksnum kunnu fáa fullan stuðul upp til eina árliga inntøku á 350.000 krónur, meðan markið fyri húski við tveimum ella fleiri vaksnum er 500.000 krónur.
Eftir ætlan verður lógaruppskotið lagt fram í Løgtinginum í vár. Ætlanin er, at lógin kemur í gildi 1. juli 2026. Umsóknir um leigustuðul kunnu latast inn frá hesum degi, og fyrstu útgjøldini verða í august 2026, skrivar Almanna- og heilsumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald