Innanlands

Løgfrøðiligt kynsskifti umráðandi - kann gera meg meira legitima fyri myndugleikanum

Tað segði Annika Samuelsen í Degi & viku í kvøld. Løgtingið skal skjótt taka støðu til løgfrøðiligt kynsskifti

Annika Samuelsen (Skíggjamynd: Dagur & vika / KVF)

Annika Samuelsen (Skíggjamynd: Dagur & vika / KVF)

2018-08-30 21:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Fyri meg er løgfrøðiligt kynsskifti umráðandi, tí tað kann gera meg meira legitima í eygunum hjá myndugleikunum

Tað segði Annika Samuelsen, sum er tvørkynd, í Degi & viku í kvøld. Løgtingið skal skjótt taka støðu til um tvørkynd skulu sleppa at skifta ting løgfrøðiliga.

- Um eg skal leita eftir arbeiði, ringja til bankan, til tollin ella nakað við løgregluni, so er tað umráðandi fyri meg, og eisini fyri myndugleikan, soleiðis at vit kunnu samstarva á ein so effektivan máta sum gjørligt, at hava tann rætta samleikan uppá pláss, segði Annika Samuelsen.

Hon greiddi frá, at hendan broytingin møguliga kann bjarga lívum, tí fólk í LGBT umhvørvinum verða rakt av sjálvshatri, sjálvmorðstankum og tunglyndi. Broytingin fer at lætta um trýstið, segði hon við Dag & viku.

Sonja Jógvansdóttir hevur lagt uppskotið fram fyri tingið. Uppskotið skjýtur upp, at geva avvarðandi landsstýrismanni heimild at geva fólkum, sum ”kenna seg vera av hinum kyninum” nýtt persónsnummar samsvarandi kynssamleika teirra, altso geva teimum løgfrøðiligt kynsskifti.

Les eisini: Sonja vil lætta um hjá tvørkyndum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder