Innanlands

Lógligt at selja vandamikið fýrverk í Føroyum

Hóast fýrverk sum í Danmark er afturkalla, fæst til keyps í Føroyum, so er tað lógligt at selja her á landi

Hetta verður mett at vera ein vandamikil vøra í Danmark. Í Føroyum er tað fult lógligt at selja hana (Mynd: Produkter.dk)

Hetta verður mett at vera ein vandamikil vøra í Danmark. Í Føroyum er tað fult lógligt at selja hana (Mynd: Produkter.dk)

2022-12-31 09:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dagur og vika kundi í gjár vísa á, at fýrverk, sum er afturkallað í Danmark, fæst til keyps í Føroyum. Talan er um fýrverk sum, hóast tað er ætlað sum lógligt, ikki verður metta at hava nøktandi dygd og trygd samsvarandi danskari lóg.

Men Arbeiðs- og brunaeftirlitið og løgreglan siga í fráboðan, at battaríið, sum talan er um, er ikki ólógligt sambært lóggávuni um fýrverk, og kann tískil ikki afturkallast.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið og Føroya Politi skulu tó, út frá einari vanligari meginreglu um fyrivarni, mæla fólki til at kanna um teirra fýrverk er fevnt av donsku afturkallingunum, og taka øll neyðug trygdaratlit. Afturkallingarnar síggjast á hesari leinkju.

Myndugleikarnir skulu samstundis minna á, at besti hátturin at sleppa undan skaða av fýrverki er at fylgja teimum 5 einføldu ráðunum:

1: Nýt verndarbrillur

2: Skjót bert góðkent fýrverk, ikki heimagjørt ella ólógligt fýrverk

3: Halt ikki tendraðum fýrverki í hondini, men set fýrverkið í ein haldara, sum ikki koppar

4: Halt trygdarfrástøðu og bend teg ikki inn yvir fýrverkið

5: Far ikki aftur til fýrverk, ið ikki brast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder