2019-01-21 14:53
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Á middegi í morgin verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn.
Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina og yvirtøkur, skrivar løgmansskrivstovan.
Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.
Løgmaður kemur aftur til Føroya í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald