Innanlands

Løgmaður á trygdarráðstevnu í Týsklandi

Luttekur á Munich Security Conference í morgin til sunnudagin. Í løtuni er Sirið Stenberg á Nato-fundi í Brússel

Løgmaður í samtalu við ein av Nato-ovastunum á fundinum í München í fjør (Mynd: Løgmansskrivstovan)

Løgmaður í samtalu við ein av Nato-ovastunum á fundinum í München í fjør (Mynd: Løgmansskrivstovan)

2026-02-12 11:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal luttaka á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður í døgunum 13. til 15. februar.

Á ráðstevnuni skal løgmaður millum annað luttaka í pallborðsfundi um trygd í Arktis umframt at hann eisini skal hava fleiri politiskar fundir.

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er triðju ferð, at umboð fyri Føroya landsstýri eru boðin at luttaka. 

Á ráðstevnuni luttaka stjórnarleiðarar, ráðharrar, serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum til at viðgera spurningar um trygdar- og verjupolitikk.

- Heimurin er í stórari broyting. Heimsskipanin, ið byggir á altjóða lóg og samstarv, er um at fara fyri skeytið. Tí er tað týdningarmiklari enn nakrantíð, at vit møtast og tosa við okkara samsintu í Nato um trygdar- og verjumál. Hóast nógv er hent síðan somu ráðstevnu í fjør, er leikluturin hjá okkum í stóran mun tann sami – nevniliga at tryggja áhugamálini hjá Føroyum í Arktis og Norðuratlantshavi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður við heimasíðuna hjá Løgmansskrivstovuni.

Sirið í Brússell

Uttanríkis- og verjupolitikkur upptekur landsstýrið nógv í hesum tíðum. Í dag er Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við uttanríkismálum í Brússel saman við grønlendsku starvssystir síni, Vivian Motzfeldt, har Nato-toppfundur er.

Evnið á fundinum í Brússel er Arctic Sentry, sum er verjuætlanin hjá Nato-londunum í Arktis.

Amerikanski verjumalaráðharrin, ella krígsmálaráðharrin, sum tey eru farin at siga, Pete Hegseth, er tó ikki við á Nato-fundinum í belgiska høvuðsstaðnum. Í staðin er varaverjumálaráðharrin, Elbridge Colby, sendur til Brússell at umboða USA. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder