Innanlands

Løgmaður: Argumentatiónin um fólkatingssessirnar vendir á høvdinum

Løgmaður heldur at vit eiga at hava fólkatingsumboð, tá Fólkatingið enn umsitir føroysk økir

Løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-03-28 14:20 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Javnaðarflokkurin fer at atkvøða ímóti hesum uppskotinum. Vit halda at argumentatiónin vendur eitt sindur á høvdið. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, í sambandi við uppskotið hjá Páll á Reynatúgvu um at avtaka fólkatingssessirnar. 

- Vit hoyra á orðaskiftinum í løgtinginum, at vit skulu taka valdið heim til Føroyar, tí skulu vit avtaka fólkatingssessirnar. Men so leingi man ikki tekur valdið heim til Føroyar, so verða avgerðirnar tiknar á Fólkatingi, sigur løgmaður. Hann heldur, at um føroyingar mugu hava fólkatingsumboð, so leingi sum valdið liggur í Danmark. 

- Um vit avtaka fólkatingssessirnar áðrenn vit hava tikið valdið heim til Føroyar, so merkir tað, at vit ikki hava nakra ávirkan, tá uppskot, sum raka okkum her í Føroyum, verða viðgjørt á Fólkatingi, sigur løgmaður. 

- Tí halda vit at ynskir man at avtaka fólkatingssessirnar, so kann man bara taka valdið heim til Føroyar og so avtaka sessirnar, sigur Aksel V. Johannesen. 

Les eisini: Avtøka av fólkatingssessunum ómøgulig á hendan hátt  

Hann heldur at grundin til at uppskotið verður lagt fram nú er, at man kanska veit at undirtøka ikki er fyri at taka loysing. 

- Tað sum man ger nú, er at avtaka fólkatingssessirnar uttan loysing, kanska tí man veit at meiriluti er ikki fyri at taka loysing, sigur løgmaður og leggur afturat, at um man ynskir at avtaka fólkatingssessirnar, er bara at taka loysing. 

- Eg eri sjálvandi ikki samdur í, at vit skulu taka okkum ríkisfelagsskapinum. Men ynskir man tað, kann man gera tað við fólkaatkvøðu, og so detta fólkatingssessirnir vekk av sær sjálvum, staðfestir løgmaður at enda. 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder