Innanlands

Løgmaður ásannar: Nógv bendir á val í desember

Bárður á Steig Nielsen fær ikki hjálp frá andstøðuni til at skipa samgonguna av nýggjum. Tí er stórur møguleiki fyri, at hann útskrivar val at vera fyrst í desember

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

2022-11-08 21:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður fæst ikki at siga, um løgtingsval verður skrivað út beinanvegin, men tað er nógv sum bendir á, at vit fáa eitt val í desember.

Tað avdúkaði hann í Degi og viku í kvøld.

Greitt er, at Bárður á Steig ikki fær hjálp úr andstøðuflokkunum at skipa samgonguna av nýggjum, og tí er helst eingin annar møguleiki enn at skriva út val.

Eitt løgtingsval skal vera í fyrsta lagi fýra vikur eftir, ella í mesta lagi fimm vikur eftir at løgmaður hevur útskrivað val.

Um løgmaður útskrivar val í morgin, kann tað í fyrsta lagi vera mikudagin 7. desember, og í seinasta lagi mikudagin 14. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder