Innanlands

– Hava heimild at krevja koronupass

Í svari til Honnu Jensen sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at hann ikki ætlar at tilmæla koronupass longri enn neyðugt, men almennir stovnar og privat feløg hava heimild at krevja koronupass

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-06 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Við ferðsluljósskipanini hjá landsstýrinum verður koronupass ikki tilmælt, tá talið á tilburðum í miðal seinastu sjey dagarnar fer niður um 15, og sambært seinastu hagtølunum er miðaltalið 59, og eru vit sostatt framvegis á stig tvey – gulum stigi, har koronupass verður tilmælt.

Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ætlar ikki at tilmæla koronupass longri enn neyðugt. Tað sigur hann í svari til fyrispurning hjá Honnu Jensen úr Framsókn.

Hanna Jensen hevur m.a. spurt løgmann, hvør heimild er fyri at bruka koronupass í samfelagnum, hvat heilsufakligu grundgevingarnar eru fyri at seta koronupassið í gildi, og um nøkur heilsufaklig prógv eru fyri, at koronupassið tálmar smittutrýstinum, har tað er brúkt.

Løgmaður sigur, at heimild er fyri at áseta skilhaldsreglur fyri tey, sum koma á gátt á stovnum hjá lands- ella kommunalu myndugleikunum, og í hesum sambandi kunnu reglur ásetast um at hindra, at smittandi sjúka spjaðir seg. Tí kann ein stovnsleiðari krevja eitt nú koronupass sum treyt fyri at sleppa inn á stovnin.

Hjá privatum feløgum og fyritøkum er hinvegin eingin lógarheimild hjá myndugleikunum at krevja, at tey, sum koma á gátt hjá teimum skulu vísa koronupass. Tað er nakað, sum tey privatu sjálvi gera av. Landsstýrið kann sostatt mæla til, at tey privatu krevja koronupass, men tey hava ikki skyldu at fylgja tilmælunum.

Løgmaður sigur eisini, at tey privatu tó ikki hava heimild at krevja, at ein persónur vísir viðkvæmar upplýsingar sum eitt nú kanningarúrslit, men so hendir ikki annað enn at viðkomandi kann verða noktaður atgongd.

Passið gevur ikki 100 prosent verju

Løgmaður vísir eisini í svari sínum til skriv frá Lars Fodgaard Møller, landslækna, sum sigur, at endamálið við koronupassinum er at minka um vandan fyri, at ein persónur, ið ferðast í samfelagnum, verður smittaður við koronu. Hann ásannar, at passið ikki gevur 100 prosent verju, men tað minkar um vandan.

Tá koronupassið varð sett í gildi í Føroyum var smittutrýstið øgiliga høgt, og endamálið við at seta koronupass í gildi var at forða fyri, at óneyðugt trýst skuldi leggjast á sjúkrahúsverkið.

Landslæknin sigur eisini, at koronupassið er eitt væl roynt amboð í tí mesta av Evropa, og hevur tað verið virkandi til, at samfelagið kann vera opið, samstundis sum at smittutrýstið verður hildið niðri.

Hann sigur tó eisini, at tað ikki hevur verið møguligt at finna vísindalig prógv fyri virknaðinum, men tekin eru um, at koppsett fólk, ið fáa koronu, smitta minni enn ókoppsett fólk, ið fáa koronu.

Tað er, sambært landslæknanum, ikki møguligt at gera av, hvørt ein persónur við negativari PCR-kanning, yngri enn 72 tímar, ella ein persónur, ið er liðugt koppsettur, eru í ymiskum vanda fyri at bera smittuna. Bæði parametur eru tískil javnmett í koronupassinum, sigur hann.

– Einki dómsfordømi er um hetta í Føroym

Hanna Jensen vildi eisini vita, um arbeiðsgevarar – bæði almennir og privatir – hava heimild at krevja heilsuupplýsingar frá sínum starvsfólkum sum treyt fyri at møta til arbeiðis ella fyri at fáa arbeiði.

Til hetta svarar løgmaður, at einki er til hindurs fyri, at arbeiðsgevarin og lønmóttakarin á fríum grundarlagi semjast um, at lønmóttakarin vísir koronupass í sambandi við arbeiði. Neyvan er nakað heldur til hindurs fyri, at arbeiðsgevarin umskipar arbeiðið soleiðis, at tað ikki er neyðugt hjá lønmóttakaranum at vísa koronupass.

Hvør rættarstøðan er, um lønmóttakarin ikki vil vísa koronupass, og arbeiðsgevarin letur hetta fáa starvsrættarligar avleiðingar, er óvist, ásannar løgmaður. Einki dómsfordømi er um hetta í Føroyum, sigur hann.

Alt svarið hjá løgmanni kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder