- Eg havi sum so ikki lagt meg út í málið ímillum Kristin og Javnaðarfelagið har suðuri. Men eg var millummaður tí Kristin og felagið kundu ikki tosa saman.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum. Í grundgevingunum fyri at koyra Kristin Michelsen úr Javnaðarflokkinum er nevnt, at hann stillaði upp á egnum lista á býráðsvalinum.
Kristin Michelsen sigur, at løgmaður góðtók, at hann gjørdi sín egna lista. Men løgmaður sigur, at tað er tikið tikið úr samanhanginum, tá Kristin sigur tað.
- Tað vóru nøkur ynskir og nakrar treytir, sum Kristin setti fyri at stilla upp á listanum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið. Men felagið vildi ikki taka undir við hesum treytum. Tað endaði so við, at Kristin gjørdi sín egna lista, greiðir løgmaður frá. Hann sigur at hann segði felagnum frá hesum og gav Kristini boð aftur.
- Tá segði eg, at so mást tú heldur gera tað, greiðir løgmaður frá. Hann vil vera við, at hann ikki hevur góðtikið, at Kristin ger listan, men at hann hevur bara staðfest, at hann bara skal gera tað, tá støðan var íkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald