Innanlands

Løgmaður hitt indiska uttanríkisráðharran

Á fundinum umrøddu teir, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja samstarvið, serliga innan fiskivinnu, alivinnu og KT, og indar vísa stóran áhuga fyri føroyskari fiski- og alivinnu

Í dag hevur løgmaður havt fund við indiska uttanríksimálaráðharran Dr. S. Jaishankar

Í dag hevur løgmaður havt fund við indiska uttanríksimálaráðharran Dr. S. Jaishankar

2023-11-21 13:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum vitjar løgmaður í India í sambandi við stóru ráðstevnuna India Nordic Baltic Business Conclave. Harumframt hevur løgmaður eina røð av fundum.

Í dag hevur løgmaður havt fund við indiska uttanríksimálaráðharran Dr. S. Jaishankar. Á fundinum umrøddu teir, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja samstarvið, serliga innan fiskivinnu, alivinnu og KT. Indar vísa stóran áhuga fyri føroyskari fiski- og alivinnu, sum er millum tær fremstu í heiminum.

Í morgin skal løgmaður hitta indiska handilsráðharran Piyush Goyal. Tá verður umrøtt, hvussu Føroyar og India kunnu styrkja um handilssambondini. Harumframt fer løgmaður at hitta stjóran í indiska vinnuhúsinum.

– Ferðin er fyrsta stóra stigið á leiðini at knýta sambond og finna samstarvsmøguleikar saman við India. Hóast risavaksin munur er millum londini, eru greiðar samanrenningar innan økir sum fiskivinnu, alivinnu og KT. Indar vísa stóran áhuga fyri okkara vitan og kunnleika á hesum økjum, Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Løgmaður er høvuðsrøðari á ráðstevnuni India Nordic Baltic Business Conclave og skal flyta fram røðu í sambandi við setanina mikudagin fyrrapart. Luttakarar á ráðstevnuni eru politikarar, fyritøkur og vinnuumboð úr India, norðurlondum og baltisku londunum.

[object Object]
Samanlagt níggju umboð úr føroysku vinnuni eru við á ferðini í India

Løgmansskrivstovan og Vinnuhúsið hava í felag lagt til rættis vinnuferðina. Umframt løgmann luttaka samanlagt níggju umboð úr føroysku vinnuni. Endamálið við vinnuferðini er at knýta sambond millum føroyskt og indiskt vinnulív, innan eitt nú fiskivinnu, alivinnu og KT.

Ferðalagið leggur leiðina heim aftur til Føroyar leygardagin.

Løgmansskrivstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder