2025-09-10 12:01

Løgmaður og landsstýrisfólk eru í løgtingssalinum í løtum í dag. Hetta tí at tey skulu svara uppá spurningar frá tingfólki.
Teir samanlagt 29 spurningar snúgva seg um nógv ymisk mál - so sum staðsetingar av ymiskum stovnum, løn undir útbúgving og Tunnilsgjaldið í Eystur- og Sandoyartunlunum.
Sí eisini: Báður á Steig Nielsen vil hava greið boð um skjering í aðalráðum
Tingfundurin byrjaði klokkan 11, og harvið verða spurningar viðgjørdir til væl út á seinnapartin.
Her ber til at fylgja við tingfundinum - á logting.fo er eisini eitt yvirlit yvir spurningarnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald