Innanlands

Bárður á Steig Nielsen vil hava greið boð um skerjing í aðalráðum

Fyrrverandi løgmaður hevur sett núverandi løgmanni ein fyrispurning um, hvørt talið av aðaláðum og landsstýrisfólkum verður lækkað beinanvegin, um nýskipanarnevndin mælir til hetta

Formaður Sambandsfloksins er aftur komin inn á støðuna við aðalráðum. Hann vísir á, at ein samgonga við Akseli V. Johannesen, hevur sum vana at hækka talið av aðalráðum - hesaferð heilt upp í níggju (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Formaður Sambandsfloksins er aftur komin inn á støðuna við aðalráðum. Hann vísir á, at ein samgonga við Akseli V. Johannesen, hevur sum vana at hækka talið av aðalráðum - hesaferð heilt upp í níggju (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-10 09:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Broytingarvindar blása í politisku skipanini í løtuni.

Í síðstu viku setti Løgmaður eina nýskipanarnevnd, sum skal mæla politisku skipanini til nýskipanir í almenna geiranum og styrkja um langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum.

Okkurt bendir á, at nevndin, við Ben Arabo á odda, millum annað fer at heita á løgmann um at skerja talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum.

Hetta er eisini nakað, sum royndu politikkarnir í sendingini "Stjórnini - politikkur á skák" hava víst á, at man burdi gjørt

Sí eisini: Eiga at niðurleggja aðalráð

Hækkað upp í nýggju - verður tað lækkað beinanvegin?

Andstøðan hevur í hesum valskeiðnum víst á, at níggju aðalráð er "alt ov nógv", og at tað í stóran mun varð gjørt fyri at fáa eina politiska kabal at ganga upp.

Bárður á Steig Nielsen hevur verið inn á hesum, og nú hevur formaður Sambandsfloksins sett Akseli V. Johanensen hesar báðar almennu § 52  fyrispurningarnar:

- Ætlar løgmaður at skerja talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum beinanvegin, um
nýskipanarnevndin kemur við tilmæli um hetta?

- Um so verður, hvørji aðalráð væntar løgmaður kunnu niðurleggjast?

Fyrrverandi løgmaðurin vísir á, at hetta er annað valskeiðið á rað, har Javnaðarflokkurin, Framsókn og Tjóðveldi eru í samgongu, at talið av aðalráðum er hækkað úr tí, sum tað var frammanundan. 

Í hesum valskeiðnum er talið heili níggju, sum tað ikki hevur verið áður: 

- Fyrsti boðskapurin frá formanninum í nýskipanarnevndini í nevndini er, at byrjast skal á ovastu løgunum. Tá miðlar síðani hava spurt nærri, er komið fram, at talið av aðalráðum og landsstýrisfólkum í mun til okkara lítla samfelag er ov høgt, skrivar Bárður á Steig Nielsen millum annað.

Aksel V. Johannesen skal svara fyrispurninginum innan stutta tíð: Hetta er ein av mongu spurningunum, sum landsstýrisfólk og løgmaður skulu svara uppá á tingfundinum í dag.

Dagført: 09.55

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder